Stendur tað til ES, verður boykott lýst móti Føroyum í næstum.
Maria Dalmanaki, fiskivinnukommiserur í ES, hevur fingið heimildirnar, og tann 31. juli skal nevndin, sum hevur við fiskivinnu- og aquakultur viðgera sjálvi tiltøkini, sum fiskivinnukommiserurin ætlar at seta í verk. Stríðið um makrelin, og nú eisini sildina, hevur vakt ans í ES, og nú er málið eisini komið á dagsskrá í Danmark.
Tað er Weekendavísin, sum hevur sett greinina, sum Heini í Skorini hevur skrivað, á forsíðuna á útgávuni fyri hetta vikuskifti.
Vinkulin til greinina er, hvørjar avleiðingar eitt møguligt boykott móti Føroyum kann hava fyri samstarvið millum Føroyar og Danmark. Tí talan er um eitt mál, sum setur Danmark í eina keðiliga støðu, við ES á einari síðu, og ríkisfelagsskapinum á hinari síðuni.
Heini í Skorini hevur tosað við Uffe Østergaard, professara í stjórnmálafrøði við Copenhagen Business Scool, og hann heldur at talan er um eitt sera álvarsligt mál.
- Henda kreppan vísir greiðari enn nakað annað, at almenna danska uppfatanin av Danmark sum ein eindarstatur undir grundlógini ikki hevur hald í veruleikanum. Í hesum málinum sita partarnir í ríkisfelagsskapinum báðu megin samráðingarborðið, sigur hann.
Heini í Skorini hevur eisini tosað við Rebeccu Adler-Nissen, sum vísir á, at talan kann vera um eina trupla støðu at loysa.
Umframt Danmark snýr tað sum Stórabretland, Frakland og Holland, sum øll royna at finna truplu javnvágina millum ábyrgdina mótvegis ES øðrumegin og fyrilitinum fyri hjálondum og sjálvstýrandi eindum á hinari síðuni, sigur hon, og vísir á, at verandi fiskivinnutræta er eitt gott dømi um hvussu trupul spenningurin millum hesar tríggjar partarnar kann vera at loysa.
- Tað er ósannlíkt, at Danmark gongur ímóti einari ES-avgerð. Tað brýtur í øllum førum við ES-siðvenjuna. Velur Danmark ímóti viljanum hjá ES at loyva føroyskum sildaskipum í danskar havnir, kann tað í síðsta enda fáa rættarligar avleiðingar, sigur hon.