ES-trætan: Óvist um farið verður í rættin

- Í løtuni er ikki greitt, um vit fara víðari við málinum. Vit umhugsa at fara í havrættardómstólin og kanska eisini í ES-dómstólin, men hatta er alt nakað, sum tekur tíð, og í løtuni vita vit ikki, um vit fara víðari tann vegin.

Tað svarar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tá hann fær spurningin, um landsstýrið ætlar sær í rættin við ætlanunum hjá ES at seta í verk handilsbann móti Føroyum.

Upprunaliga vónaði landsstýrið, at ES ikki fór at stongja altjóða havnirnar í Rotterdam og Klaipeda fyri føroyskum skipum, men sum tað sær út nú, verður tað eisini ein partur av tiltøkunum. Tað vil siga, at ES ætlar sær at brúka allar tær heimildir, sum felagsskapurin hevur fingið sær í sambandi við tiltøkini móti Føroyum. Landsstýrið hevur fyrr boðað frá, at man umhugsar møguleikan at fara í havrættardómstólin, men nú er ikki greitt longur, um tað verður gjørt.

Um tit ikki fara í havrættardómstólin við málinum, er tað tá ikki sum at siga, at ES hevur rætt í sínum sjónarmiðum?

- Nei, tað er tað so avgjørt ikki. Vit kunnu eisini bara siga sum so, at vit taka tiltøkini til okkum og liva við teimum, tí líkamikið hvat vit gera, so fáa vit ikki ES til at broyta støðu, sigur Jacob Vestergaard.

Hann vísir á, at skal málið antin í havrættardómstólin ella í ES-dómstólin, so verður í øllum førum talan um mál, sum fara at taka drúgva tíð. Kanska upp í fleiri ár. Spurningurin er tí, um tað broytir nakað ella um tað hevur nakran fyrimun fyri Føroyar.

- Her er nógv at taka støðu til, og vit eru ikki liðug við tað arbeiði enn. Tí er ikki greitt, um vit fara víðari við málinum. Tað kann vera, at tað er líka frægt bara at liva við tiltøkunum, bara fyri at vísa ES, at vit kunnu klára okkum uttan akkurát hatta samstarvið við ES, sigur Jacob Vestergaard.