Tríggir katalonar, teirra millum fyrrverandi landspartaforsetin Carles Puigdemont, eru ikki longur vardir av parlamentariskum órinið eftir atkvøðugreiðslu í Evropatinginum.
Støða teirra sum limir í tinginum við rætti at atkvøða er fyribils ikki ávirkað av atkvøðugreiðsluni.
Í gjár atkvøddi Evropatingið um at taka órinið frá teimum.
Ein meiriluti upp á 400 av teimum 705 limunum atkvøddu fyri at taka órinið frá Puigdemont, vísir úrslitið, sum vegna koronu-mannagongdir var útsett til í morgun.
Tað merkir, at Spania aftur kann royna at fáa teir tríggjar katalonarnar útflýggjaðar. Teir eru ákærdir fyri at hava staðið aftan fyri eina ólógliga fólkaatkvøðugreiðslu í 2017 um at Katalonia skuldi loysa frá Spania.
Fleiri av hinum katalonsku politikarunum, sum vóru við til at arbeiða fyri katalonskum fullveldi, hava fingið fongsulsdómar upp á upp til 13 ár.
Puigdemont, Toni Comin og Clara Ponsati, sum eftir fólkaatkvøðuna í Katalona vórðu vald í Evropatingið, eru higartil sloppin undan spanskari rættarsókn.
Spania hevur dúgliga roynt at fingið tey útflýggjað. Men Belgia hevur avvíst hesum.
Viðvíkjandi Carles Puigdemont hendi tað seinastu ferð í 2020, tá ein belgiskur dómari segði, at Belgia ikki kundi útflýggja tey vegna órin teirra.
Men sjálvt um órinið nú er burtur, so hava teir tríggir katalonsku ES-tinglimirnir fingið nýggja vón.
Ein belgiskur kærudómstólur avvísti aftur í januar, at ein annar katalonskur loysingarmaður kundi útflýggjast til Spania. Tað var fyrrverandi mentamálaráðhaarrin Lluis Puig.
Belgiski dómarin legði dent á, at spanski hægstirættur ikki hevur førleikar til at geva slík handtøkuboð.
Ein spanskur hægstarættardómari hevur fyri atkvøðugreiðsluna í gjár um órinið hjá Puigdemont biðið ES-dómstólin um at greiða, um Belgia kann nokta at eftirlíka kravinum.
Fleiri danskir ES-tinglimir atkvøddu ímóti at taka órinið frá katalonunum.
– Avgerðin um at taka órinið frá teimum fólkavaldu katalonunum er ikki einans eitt álop á fólkaræðið og talufrælsið í ES. Tað er eisini við til at økja um stríðið, sum kann bresta á, sigur Nikolaj Villumsen úr danska Eindarlistanum.
Hann heldur, at sakarmálið um framtíðina hjá Katalonia má loysast gjøgnum fólkaræðisligt samskifti og ikki fongsling.
Margrete Auken úr SF er samd.
– Tað er eingin ivi um, at handan fólkaatkøvðan var ólóglig. Men at seta fólk í fongsul í 15 ár fyri tað? Tað er ræðuligt, at tey sita so leingi í fongsli. Lutfallið er fullkomiliga farið av lagi, sigur Margrete Auken.
Donsku javnaðarumboðini atkvøddu fyri at taka órinið. Niels Fuglsang vísir á, at endamálið við órininum er at tryggja, at limir ikki verða rættarsøktir fyri okkurt, teir hava sagt.
– Tað hevði verið skeivt, um vit í tinginum skuldi sagt, at vit vita betri. Spania er jú ein rættarstatur. Eg havi í øllum føri ikki sæð prógv fyri øðrum, sigur hann.
Puigdemont segði fyri atkvøðugreiðsluna, at hann fór at leggja málið fyri ES-dómstólin, um hann misti sítt órin.
17. oktober í 2018 vitjaði Puigdemont í Føroyum. Tað var Magni Arge, táverandi fólkatingsmaður, sum hevði boðið Puigdemont til Føroya. Teir hittust, tá Puigdemont vitjaði í Danmark í januarmánaði sama ár.
Komin til Havnar vitjaði Puigdemont fyrst løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu í Løgtinginum og síðani Anniku Olsen, borgarstjóra, í ráðhúsinum á Vaglinum.
Dagin eftir, 12. oktober í 2018, var ráðstevna hjá Tjóðveldi um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt í 21. øld í Norðurlandahúsinumm, har Carles Puigdemont var ein av luttakarunum.
/ritzau/