ES til reiðar at bumba sjórænarareiður

ES-londini hava eftir øllum at døma mist tolið við teimum somalisku sjórænarunum, sum gera um seg á leiðunum kring Afrikanska Hornið. Tí hava verjumálaráðharrarnir í samveldinum gjørt av at geva ES-herskipunum, sum eru við Afrikanska Hornið, heimild til at bumba sjórænarareiður í Somalia.

Danski verjumálaráðharrin, Nick Hækkerup, var ikki á fundinum, men hann sigur seg vera fegnan um, at ES nú tekur stig til at gera enda á virkseminum hjá sjórænarunum.

Síðani 2008 hava eftirlitsflogfør úr fleiri londum tikið myndir, sum vísa, hvussu sjórænararnir skipa seg uppi á landi, og hvussu teir savna útgerð, áðrenn teir leggja til havs at ræna handilsskip. Nick Hækkerup sigur, at við nýggju avgerðini fer tað at bera til at søkja at sjórænarunum, áðrenn teir fara frá landi.

ES-avgerðin er tikin í samsvari við eina ST-samtykt.