ES stuðlar landsliðnum

Tá italska landsliðið fer á vøllin í HM-undankappingini, verður hetta gjørt við ES sum høvuðsstuðuli. Suðuritalska sóknin, Calabria, hevur nevnliga gjørt sponsorsáttmála, men hetta er við pengum, sum av ES eru oyramerktir til menning av økinum. Lokali forsetin metir tó, at hetta fer at fáa túsundtals ferðafólk til Calabria, men í ES-borgini eru tey í øðini um, at peningurin verður nýttur til hetta, heldur enn til at menna fátæka økið.