Danskar fiskivinnuhavnir hava seinastu árini gjørt íløgur fyri tilsamans 5,4 miljardir danskar krónur Tað veit danska fiskivinnublaðið Fiskeritidende at siga.
Peningurin er farin til nýggj atløgupláss, dokkir og nýggjar hallir til fiskamarknaðir.
Blaðið skrivar, at høvuðsorsøkin til stóru íløgurnar er, at ES stuðlar slíkum verkætlanum við peningi.
Tá North Atlantic Fish Fair var á Sandvíkarhjalla herfyri, greiddu umboð fyri havnina í Hanstholm, sum vóru á vitjan, frá stórum útbyggingum har seinastu árini.