Evropakommissiónin stuðlar verkætlanini við 2,2 milliónum evrum. Tilsamans 11 evropeiskar og altjóða fyritøkur og institutiónir eru við í hesum handilsfelagsskapi, sum hevur fingið navnið Easybat.
Samstarvið gongur út upp á at gera tað soleiðis, at standardkomponentar verða nýttir í framleiðsluni av elbilum og battaríum fyri at battaríini skulu passa til teir ymisku elbilarnar. Í framtíðini verður tað soleiðis, at elbilar og battarí skulu verða Easybat-kompatibul.