Eftir tingingar í meiri enn 13 tímar samdust fíggjarmálaráðharrarnir í ES-londunum í nátt um at stovna eitt felags evropeiskt bankaeftirlit. Øll tey 27 limalondini tóku undir við skipanini, men tað eru bara tey 17 evrulondini, sum eru bundin at vera við í henni. Hini 10 kunnu velja at vera innanfyri ella uttanfyri.
Tað nýggja eftirlitið skal bara umfata teir størstu bankarnar í teimum einstøku londunum. Fyri Danmark merkir tað, at Danske Bank og Nordea koma undir tað nýggja eftirlitið, sama um Danmark fer uppí ella ikki. Velja danir at fara upp í eftirlitið, fer tað at hinvegin umfata millum fimm og 10 danskar bankar. Hinir halda fram undir tí danska Fíggjareftirlitinum.
Bretland er tað einasta landið, sum hevur sagt, at tað fer ikki upp í felags bankaeftirlitið. Danska stjórnin hevur ikki tikið støðu.










