ES stongir eisini altjóða havnir fyri Føroyum

Føroyar fara ikki at kunna brúka altjóða havnirnar í Hollandi og Póllandi. Tað er greitt, nú revsitiltøkini eru vorðin almenn.

Danska matvørumálaráðið hevur í dag kunnað Evropanevndina hjá Fólkatinginum.

ES ætlar at bannað innflutningi av Norðhavssild og makreli úr Føroyum. Hetta umfatar øll ES lond.

Harafturat stongir ES allar havnir, eisin tær altjóða havnirnar, fyri føroyskum skipum.

Tað ber við sær, at føroysk skip sleppa ikki at umskipa sild og makrel í Hollandi og Póllandi.

Hettar váttar matvørumálaráðið fyri Portalinum.

Laksur er ikki umfataður av handilsforðingunum. Ei heldur fiskamjøl og fiskaolja.