ES steingir nú havnir fyri russiskum skipum

Nýggjastu revsitiltøkini frá ES móti Russlandi seta forboð fyri at loyva russiskum skipum atgongd til havnir í ES

 

Russisk skip við bryggju í Kollafirði

Sambært seinasta revsitiltøkunum frá ES sleppa russisk skip ikki longur havnir í ES. Stongsulin kemur í gildi leygardagin 16. apríl. Tað er ein avleiðing av nýggju revsitiltøkunum frá ES.

Tað skrivar danska Trafikstyrelsen í einum boðum á heimasíðuni.

– Vísandi til skipanina er tað soleiðis eftir 16. apríl 2022 bannað at geva russiskt skrásettum førum atgongd til ES havnir. 

– Forboðið er eisini galdandi fyri før, sum hava skift russiska flaggið út ella skrásett seg undir øðrum falggi ella skrásett seg í aðrari havn eftir 24. februar 2022, skrivar Trafikstyrelsen á heimasíðuni.

Evropisku revsitiltøkini eru tey fimtu í røðini, eftir at Russland 24. februar gjørdi innrás í Ukraina. Innrásin heldur fram, hóast russisku deildirnar eru trýstar aftur úr Kyiv.

Í eystara og landssynningsparintum av Ukraina halda hørðu bardagarbnir fram. Russland verður harafturat lagt undir at hava dripið fleiri sivil fólk og fyri fleiri krígsbrotsgerðir.

Sum nørkur av fyrstu revsitiltøkunum setti ES flogbann fyri russisk flogfør í evropiskum flogvøllum. Og nú er so eisini sett skipum bann fyri at koma í danskar havnir, so russisk skip ikki sleppa í havnir í ES.

/ritzau/

 

 

Russisk skip við bryggju í Kollafirði