ES størri áhuga fyri Arktis

ES fer í framtíðini at vísa størri áhuga fyri viðurskiftunum norðuri í tí arktiska økinum. Trý ES-lond, Danmark, Svøríki og Finnland, hava beinleiðis áhugamál í Arktis, og velja íslendingar limaskap í samveldinum, kemur Ísland afturat uppí sum eitt land við áhuga í póløkinum.

Higartil hevur ES ikki havt nakran samskipaðan politikk viðvíkjandi tí arktiska økinum, men í síðstu viku samtykti ES-tingið eina yvirlýsing, sum sigur, at tað er neyðugt at varpa ljós á javnvágina ímillum umhvørvið og kappingina hjá teimum stóru londunum um at gagnnýta náttúruríkidømi so sum olju, gass og fisk.

Yvirlýsingin hjá ES-tinginum staðfestir, at tað eru ikki bara vansar við, at ísurin í tí arktiska økinum burtur, men at hetta eisini skapar møguleikar fyri búskaparligari menning og letur nýggjar siglingarleiðir upp.

ES er ikki limur í Arktiska Ráðnum, men ES-tingið sigur, at samveldið eigur í minsta lagi at fáa støðu sum fastur eygleiðari á fundum hjá ráðnum.