ES skal kroysta Burma

Svenska stjórnin, sum hevur formansskapin í ES hetta hálvárið, er í øðini um, at andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyí, er dømd í húsavarðhald 18 mánaðir afturat. Svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, segði í gjár, at ES er í ferð við at fyrireika tiltøk ímóti Burma.

Millum annað er talan um handilslig tiltøk ímóti fyritøkum, sum tað almenna í Burma eigur, samstundis sum leiðararnir í hesum feløgunum fáa forboð fyri at koma til nakað ES-land.

Í London hevur Gordon Brown, forsætisráðharri, mælt til eitt altjóða forboð ímóti vápnasølu til Burma.