– Vit mugu tíverri staðfesta, at norðurlondini, sum eisini eru ES-lond, heldur fylgja ES, enn teimum altjóða sáttmálum, tey í norðurlendskum høpi hava bundið seg til.
Tað sigur annar av føroysku limunum í Norðurlandaráðnum, Høgni Hoydal, nú eitt av málunum á fundinum hjá Norðurlandaráðnum í Havn í hesum døgum er silda- og makreltrætan millum Føroyar og ES.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1997, at Norðurlandaráðið hevur fund í Føroyum, og í tí sambandi eru politisk umboð fyri øll norðurlond komin higar at fundast.
Í Norðurlandaráðnum hava Føroyar tveir fastar limir, sum eru Høgni Hoydal og Helgi Abrahamsen, umframt tveir varalimir, sum eru Bjørt Samuelsen og Bárður Nielsen.
Høgni Hoydal, sum eisini situr í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, sigur at silda- og makreltrætan millum Føroyar og ES hevur fylt ikki so lítið á fleiri av fundunum.
Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.