ES setir gosnevnd

Øskan frá gosinum í Eyjafjallajøkli hevur nú fingið so mikið stórar avleiðingar, at ES hevur gjørt av at seta eina serliga gosnevnd. José Barroso, sum er formaður í ES-nevndini, sigur í einum tíðindaskrivi í dag, at hann hevur biðið flutningskommiserin Siim Kalls seta eina nevnd at kanna, hvussu stórar fíggjarligar avleiðingar øskan frá gosinum hevur havt fyri flogfeløgini í samveldinum.

José Barroso skrivar eisini, at tað er umráðandi, at øll evropeisk tiltøk í sambandi við gosøskuna og flogbannið verða samskipað.