ES-semja um veðurlagið

Umhvørvis- og veðurlagsráðharrarnir í ES-londunum samdust í gjár um eitt felags uppskot til ST-veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn í desember. Sambært semjuni hevur ES sett sær sum mál at skerja CO2-útlátið, so tað í 2050 verður millum 80 og 95 prosent av tí, sum tað var í 1990.

Ráðharrarnir siga í semjuni, at í sama tíðarbili skulu flogfeløgini skerja útlátið, so tað verður 10 prosent minni enn í 2005, og útlátið hjá skipunum í ES-londunum skal verða 20 prosent minni.

Semjan hjá ES-londunum verður løgd fram á ráðstevnuni í Keypmannahavn.