ES selir útgerð til píning

Hóast ES hevur staðfest ST-bannið ímóti øllum handli við útgerð, sum er ætlað at pína fólk við, eru tað framvegis nøkur av limalondunum, sum selja tílíka útgerð. Tað skrivar Amnesty International í einari nýggjari frágreiðing.

Sagt verður, at hóast ES staðfesti ST-bannið í 2006, hava Spania, Kekkia, Italia og Týskland loyvt fyritøkum at útflyta útgerð, sum sambært ST-reglunum er ólóglig.

Ein talsmaður fyri Amnesty International sigur, at ES hevur staðfest ST-bannið, men at nøkur lond hava ikki tett hol í lógini, sum gera tað møguligt hjá fyritøkum at selja útgerð til píning.