ES-kommissiónin hevur nú samtykt tiltøkini, sum skulu setast í verk móti Føroyum.
Handilstiltøkini hjá ES móti Føroyum í stríðnum um atlanto-skandisku sildini eru samtykt og verða sett í verk sjey dagar eftir, at tey eru kunngjørdu í ES-tíðindum, upplýsir fiskivinnukommiserurin hjá ES, Maria Damanaki.
Tiltøkini kunnu sostætt í fyrsta lagi koma í gildi næsta mikudag, um so er, at ES-tíðindi koma út í morgin við kunngerðini.










