Fiskiveiðiavtala
Sørin Svenning Danielsen, sum hevur ídnaðarskipið, Havørnina, sigur, at nýggi sáttmálin millum Føroyar og ES serliga fer at raka ídnaðarskipini.
- Men eg haldi, at størsti trupulleikin hjá hesum skipum, eru okkara egnu myndugleikar, sum ikki vilja loyva okkum at gera íløgur í frægari skip, soleiðis at vit kunnu fiska av svartkjaftakvotuni, sum vit eiga.
Sjálvur hevur Sørin Svenning sitið í rættinum, tí Havørnin, sum hann er reiðari á, hevur verið løgd undir at hava havt ov nógva hjáveiði av sild.
- Hjáveiðikvotan av sild hevur sambært landsins myndugleikum skula verið 0 (null), samstundis sum hópur av øðrum skipum á somu leiðum hava havt millum 15 og 20% av sild sum hjáveiði.
Sørin Svennnig fegnast tó um, at norðsjóvarsild nú verður loyvd sum hjáveiða í nýggja sáttmálanum.
- Somu embætismenn, sum sótu í rættinum og førdu fram, at føroysk skip ikki hava havt trupulleikar við hjáveiði í Norðsjónum, hava nú ásannað, at neyðugt er við hesi hjáveiði, um skipini skulu kunna gagnnýta síni veiðirætindi annars. Nú er tað knappliga vorðið so umráðandi, at føroysk skip skulu kunna hava eina ávísa hjáveiði av sild, sigur hann.
Hann ásannar, at nýggi sáttmálin við nýggju hjáveiðimøguleikunum er eitt framstig.
- Sjálvandi er tað harmiligt við stóru niðurskurðunum í kvotunum, tí nøgdirnar, sum vit hava fingið í okkara lut, kunnu ikki brúkast til nakað sum helst. Men var hjáveiðan, sum nú er við í sáttmálanum, loyvd í undanfarnu sáttmálum, høvdu teir verið rímiliga góðir fyri ídnaðarskipini.
Sørin Svenning vísir á tað, sum landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, hevur sagt um, at ídnaðarskipini kortini fiska so lítið av summum av teimum fiskasløgum, sum nú eru skerd.
- Men hann kundi hóskandi spurt seg, hví so hevur verið - og svarið er, at hesi fiskasløg kunnu ikki fiskast uttan eina ávísa hjáveiði, leggur hann aftrat.
Sørin Svenning Danielsen sigur, at ídnaðarskipini,
sum verða hart rakt av niðurskurðunum í nýggja ES-sáttmálanum, eru Jeanne, Havhólm, Havørnin, Petina og Atlantsfarið.
- Hetta eru skipini, ið eiga rættindi sum ídnaðarskip, sigur hann at enda.