ST: Russland skal taka sínar herdeildir úr Ukraina

ST hevur samtykt uppskotið í dag - á 3-ára degnum fyri russisku innrásina í Ukraina

 

ST hevur í dag samtykt eina yvirlýsing, sum Ukraina og ES hava skotið upp.

 

- Kravið er, at Russland beinanvegin tekur sínar herdeildir úr Ukraina.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga seinnapartin í dag.

 

Tað vóru Ukraina og ES, sum løgdu uppskotið fram.

 

ST hevur samtykt hetta uppskot á 3-ára degnum fyri russisku innrásina í Ukraina.

 

Samtyktin í ST merkir, at uppskotið hjá USA er fallið.

 

NTB veit at siga, at bæði USA og Russland atkvøddu ímóti uppskotinum hjá Ukraina og ES.

 

##med2##

 

 

 

 

 

ST hevur samtykt í dag, at Russland skal taka sínar herdeildir úr Ukraina í stundini