ES riggar til handilskríggj

Evropeiska Samveldið hevur í vikuni sent umboðum fyri evropeiska vinnulívið eitt uppskot til viðmerkingar yvir møguligar amerikanskar vørur, ið kunna verða rakt av hægri tolli. Tað er gjørt í kjalarvørrinum av, at amerikanska stjórnin nýliga hevur økt um tollin á øllum innflutningi av stáli og aluminum. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


Sum er innflyta tey 28 ES-londini árliga amerikanskar vørur fyri eitt virði á 2,8 milliardir evrur. Sambært Reuters, so arbeiðir ES fyri at seta eyka toll á vørur sum rís, appelsinjuice, smyrsl, motorsúkklur, motarbátar og rustfrí vask.


Reuters veit eisini at siga, at embætisfólk hjá ES hava roynt at fingið eitt undantak frá nýggja tollinum, ið er 25 prosent á stál og 10 prosent á aluminum, men higartil uttan úrslit. Ein fundur er tó avtalaður til næstu viku millum amerikanska handilsmálaráðharran Wilbur Ross og handilskommiserin hjá ES, Cecilia Malmstrom.