Evropasamveldið hevur nú at enda avtikið risastóra tollmúrin, ið hevur forðað føroyskum alarum at útflyta ælabogasíl til ES marknaðin. Protektionisman hevur valdað síðan 2004 Í dag fara anti dumpingar tiltøkini hjá ES móti innflutningi av føroyskum ælabogasílum úr gildi.
Sostatt er tollurin millum 42-54% beindur burtur, og føroyingar kunnu nú aftur útflyta ælabogasíl tollfrítt á ES-marknaðin. Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, fegnast um, at hesar forðingar fyri okkara alivinnu nú eru beindar burtur, og vísir samstundis á, at okkara viðurskifti við ES-marknaðin støðugt mennast.
Í 2004 setti ES í verk anti-dumpingar toll mótvegis at innflyta ælabogasíl úr Føroyum og Noregi. Hesi tiltøk vóru sett í verk fyri eitt fimm ára skeið, og síðan skuldi støða takast til, um tey framhaldandi skuldu vera í gildi.
Síðan tiltøkini vórðu sett í verk, hevur Sendistovan í Brússel, saman við Vinnuhúsinum og Havbúnaðarfelagnum, arbeitt miðvíst fyri, at tiltøkini ikki av nýggjum sett í gildi, tá ið fimm ára skeiðið er farið.
Hetta er nú eydnast, tí ES-nevndin boðaði í gjár frá, at anti-dumpingar tiltøkini móti at innflyta føroysk ælabogasíl fer úr gildi í dag. Sostatt kunnu føroyskir alarar aftur útflyta hesi síl tollfrítt á ES marknaðin.
- Eg fegnist um, at hesin tollur nú er avtikin, soleiðis at okkara alarar aftur kunnu útflyta ælabogasíl tollfrítt á ES-marknaðin. Nú tollurin er beindur burtur, kunnu føroyskar alarar kappast á evropiska marknaðinum á jøvnum føti við onnur. Hetta ber boð um, at tætt samstarv millum vinnuna og okkum øðrumegin og ES myndugleikar hinumegin gevur úrslit, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri