Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður
Føroyar mugu sum skjótast í samráðingar við ES-nevndina at vita, hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av Europasamveldinum. Hetta er átrokandi neyðugt, nú Ísland hevur søkt um ES-limaskap, og Noreg er farið at hugsað um sama mál
Tey flestu síggja nú skriftina á vegginum: Føroyar mugu sum skjótast í samráðingar við ES-nevndina at fáa greiði á, um og hvussu Føroyar kunnu gerast partur av Europasamveldinum.
Hetta er átroðkandi neyðugt, nú grannar okkara og sterkastu kappingarneytarnir á fiskivinnuøkinum nærkast ES við risastórum fetum. Ísland hevur søkt um ES-limaskap, og í Noreg eru fólk farin at umhugsa somu leið sum íslendingar.
Avgerðin hjá íslendska Altinginum um at søkja Íslandi limaskap í ES fær stóra ávirkan á vinnuliga kappingarføri Føroya. Í stuttum, er sannlíkt, at føroyska fiskivinnan frameftir ikki verður kappingarfør mótvegis íslendsku fiskivinnuni, ið fær fyrimunir innan ES.
Við mistum kappingarføri fer landið at bløða fíggjarliga. Inntøkurnar fara at svíkja, og tað fær avleiðingar fyri vælferðina og alt annað, sum skal fíggjast í Føroyum.
EFTA-felagsskapurin viknar í stórum. Einasti “vinurin” hjá Føroyum í EFTA er á veg úr felagsskapinum, og sannlíkt er, at grundarlagið undir EBS-skipanini er farið at ridlað. Eisini av hesi orsøk eigur føroyskur Europapolitikkur at rætta kós.
Løgmaður eigur sum skjótast at taka stig til, at Europapolitikkurin hjá ABC-samgonguni verður dagførdur sambært tí veruleika, vit í dag eru í.
Heimurin er nógv broyttur seinasta árið.. Ein heimsfevnandi kreppa er komin, og hon ber í sær, at heimsins samfeløg ganga saman og samstarva meira enn nakrantíð, t.d. í ES.