Danskur ES-parlamentarikari ynskir at avtaka lógina um at elbilarnir sleppa undan avgjøldum fram til 2015. Renault Danmark koma nú við eini rættleiðing til ES-parlamentarikaran Morten Messerschmidt frá Dansk Folkeparti, sum í eini tíðindasending hjá TV2 í vikuni segði, at Dansk Folkeparti ynskir at avtaka lógina um at elbilarnir sleppa undan avgjøldum fram til 2015.
Í sínum grundgevingum sigur Morten Messerschmidt, at ongin verkætlan fyriliggur, og alt ov fáir elbilar eru koyra á donsku vegunum.
Hjá Renault Danmark skilja vit als ikki hesar atfinningar, sigur stjórin Henrik Bang, tí nýggja lógin kom í gildi á vár, og vit koma á marknaðin við elbilunum næsta ár.
Danmark verður fyrsta land í Evropa, sum er útvalt av Renault til at selja teirra elbilar. Fyrstu bilarnir verða persónbilurin Renault Fluence Z.E. og vørubilurin Renault Kangoo Z.E.
Talan er um originalar elbilar, ið kosta umleið tað sama sum vanligir bensin- og dieseldrivnir bilar kosta í dag, sigur Henrik Bang frá Renault Danmark, sum ikki skilir atfinningarnar hjá Morten Messerschmidt frá Dansk Folkeparti.










