ES-patent er nú ávegis

Eftir fund í Evropa-Parlamentinum seinastu viku er gøtan við at verða greidd til eitt felags ES-patent.

Broytingar í patentreglum í Evropa gera tað munandi bíligari og einfaldari at fáa patentverju í meginpartinym av Evropa. Samstundis, sum mannagongdirnar gerast einfaldari, gerst tað eisini bíligari hjá fyritøkum at fáa størri trygd fyri patentrættindunum.

Tað sigur Vinnuhúsið í dag og vísir til www.di.dk sum keldu.

Lagt verður aftrat, at av hesum verður væntað, at sparingin bara fyri donsk virkir verður millum 110 og 130 miljónir krónur fyrstu árini og 160 miljónir krónur fylgjandi ár.

- Harafturat koma sparingar, tí fyritøkur sleppa undan kostnaðum av paralellum sakarmálum í Evropa orsaka av, at ein felags evropeiskur patentdómstólur verður stovnsettur.

Vinnuhúsið sigur eisini, at tá broytingarnar eru gjøgnumførdar, fáa evropeiskar fyritøkur somu fortreytir, sum fyritøkur í USA, Kina, Japan og Korea.