ES og USA í øðini um ísraelskt uppskot

Eitt lógaruppskot hjá ísraelsku stjórnini um at banna landsins mannarættindafelagsskapum at taka ímóti fíggjarligum stuðuli úr øðrum londum hevur vakt ans í USA og í ES.

ES-sendiharrin í Ísrael, Andrew Standley, hevur ávarað Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra og sagt, at verður lógin samtykt og sett í verk, fer tað at geva altjóða samfelagnum eina stak óhepna mynd av Ísrael sum demokratiskt land. Amerikanskir embætismenn hava eisini gjørt vart við sína misnøgd við uppskotið.

Tað er Likud-flokkurin hjá Netanyahu, sum hevur lagt uppskotið fram, og sambært blaðnum Haaretz hevur forsætisráðharrin sagt, at tað er tvingandi neyðugt at steðga útlendska pengastuðulinum til mannarættindafelagsskapirnar.

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, leggur sum vant ikki fignrarnar ímillum, og hann hevur umrøtt summar ísraelskar mannarættindafelagsskapir sum ørindasveinar hjá yvirgangsmonnum.

Noreg er eitt av londunum, sum styðjar mannarættindafelagsskapir í Ísrael fíggjarliga, og norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, hevur mótmælt ætlanini hjá Likud og Netanyahu, skrivar NTB.