Viðurskiftini millum Pólland, ið hevur havt ES-limaskap síðan 2004, og restina av ES-limalondunum eru á botni í løtuni, og hóttir ES-kommisjónin nú við at seta tiltøk í verk móti eysturevropeiska limalandinum. Tað skrivar Danmark Radio.
ES-kommisjónin ákærir Pólland fyri at bróta grundleggjandi virðini hjá einum rættarstati, og hevur í tí sambandi sett í gildi §7 í ES-sáttmálanum, ið kann føra við sær boykott móti Póllandi. Talan er um fyrstu ferð í søguni, at heimildin í §7 verður brúkt, og kann tað enda við, at Pólland missir atkvøðurættin í ráðharraráðnum hjá ES.
Sambært Frans Timmermans, næstformanni í ES-kommissiónini, so verður hetta gjørt í eini roynd at tryggja pólskar borgarar.
- Vit gera hetta fyri Pólland og pólskar borgarar, so at tey aftur kunna hava álit óheftar dómstólar í landinum, ið er ein av grundsúlunum í virðunum hjá ES, sigur Frans Timmermans, sambært DR.
Við Reuters ger pólski uttanríkisráðharrin tó greitt, at tey eru klár at fara í rættin við avgerðini hjá ES-kommissiónini.