ES og Noreg ósamd um fiskirættindi

Noreg og ES kunnu ikki einanst um kvoturnar í Norðsjónum

 

Ætlanin var at enda samráðingarnar í gjár, men fyribils hava partarnir avtalað at útseta samráðingarnar til tann 13. desember.

Ósemjan snýr seg um, hvussu svartkjafturin skal umsitast, og júst svartkjafturin hevur stóran týdning sum býtisfiskur millum Noreg og ES. Tá talan er um tað, sum Noreg fær í býti við ES, svarar svartkjafturin til 40 prosent.

Undan samráðingunum varð roknað við, at toskaveiðan fór at verða tann stóri stríðsspurningurin, tí Noreg hevur skotið upp at avmarka toskaveiðuna í Norðsjónum niður í lítið og einki.

Í gjár vildi norski samráðingarleiðarin, Sigrun Holst, ikki siga, hvussu samráðingarnar høvdu gingið. Hon segði bert, at partarnir vóru samdir um okkurt.

Hóast Noreg og ES umsita fiskiskapin í Norðsjónum í felag, hevur hesin fiskiskapurin munandi størri búskaparligan týdning fyri ES-londini.

(Fartekst)