Umboð fyri ES og Noreg hittust í dag í London at gera enn eina roynd at fáa eina semju um sínámillum fiskirættindi í Norðsjónum og Skagerrak í ár.
Men samráðingarnar snúgva seg ikki bara um fiskiskap í Norðsjónum og Skagerrak. Sambært Danmarks Fiskeriforening hevur ES-nevndin boðsent umboðum fyri limalondini á fund í London, tí ætlanin er eisini at fáa eina semju við Noreg um makrelin í Norðuratlantshavinum.
ES og Noreg samráddust í Edinburgh seinasta leygardag, men tá kom einki burturúr, tí norðmenn kravdu at fáa semju um makrelin, áðrenn teir vildu gera avtalu við ES um fiskiskapin í Norðsjónum og Skagerrak.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur sagt, at Føroyar ætla sær at skifta orð við ES og Noreg, áðrenn avgerð verður tikin um ta føroysku makrelkvotuna í ár.