ES og fiskivinnupolitikkur

Heini O. Heinesen
fyrrv. løgtingsmaður heima.olivant.fo/~hoyh/

Støðan í dag er tann, at Sambansflokkurin berjist sum úlvur á skóð fyri at innlima Føroya land inn í ES sum danskan ríkislut. Teir vilja eisini fyri einhvønn prís fáa føroya fólk at frásiga sær frumburðarættin til sítt egna føðiland, og harvið avreiða okkara sjálvsagda rætt, at umsita okkara egna fiskiríkidømi, um teir fáa magt, sum teir hava agt.
Upp móti hesum armóðs politikki, setur Tjóðveldisflokkurin stevnu sína.
Hvat var tað, sum gjørdi at okkara samfelag reisti seg aftur aftana kreppuna?
Tað var fyrst og fremst tann stovnsrøktarpolitikkur sum tjóðveldisflokkurin stóð fyri, saman við táverandi samgonguflokkum, sum kom í gildi í 1993/94, beint ímóti harraboðum úr ES landinum Danmark.
Økisfriðingarnar komu í gildi 6. januar 1994, lógin "um vinnuligan fiskiskap kom í gildi 10. mars sama ár.
Tað var hesin stovnsrøktarpolitikkur sum gjørdi at okkara land reisti seg aftur úr øskuni.
Hetta kundi bert lata gera, tí at hesin okkara sjávsagdi rættur ikki tá var avreiddir til ES. Tað er hesin rættir sum nú skal avreiðast til ES.
Tjóðveldisflokkurin bjóðar seg aftur fram at møta á danatingi aftaná valið, eisini tí vit vilja halda fast um rættin sjálvir, at stýra okkara fiskivinnupolitikki.
Við hesu hugsjón sum grundarlag er tjóðveldisflokkurin til reiðar til samstarva.
Tað er einum og hvørjum greitt, at tjóðveldisflokkurin er besta boðið upp á at verja okkara fiskiríkidømi.
Tað hevur hann prógvað ferð eftir ferð, síðan hann var stovnaður, við stuðli frá fiskimonnum.
Hetta vilja vit eisini gera á fólkatingi, um tað gerst neyðugt.
Allir hinir flokkarnir hava eina jánkasliga støðu til tað, sum rørir seg við at Danmark ætlar at avreiða sín avgerðarrætt á hesum øki til ES.
Tjóðveldisflokkurin er einasti flokkur, sum hevur víst í verki, at vit ikki geva okkum, sjálvt um hart leikar á, og tað brýtur í bæði borð.
Valdagin hevur tú møguleikan at geva tína atkvøðu til tað valevni sum hevur lagt navn til tann besta fiskivinnufolitikkin aftaná kreppuna.