ES milliónir til film framleiðslu

ES-Kommisiónin viðmælir eitt stuðulsuppskot, Media Mundus, ið skal geva stuðul til filmframleiðarar í Evropa umframt restina av heiminum. -Tíðin er búgvin til at víðka um virksemi

 

Soleiðis sigur Viviane Reeding, ES miðlakommiserur, um nýggja uppskotið hjá ES-Kommisiónini, um at stuðla einum filmstuðuluppskotið, Media Mundus, ið skal geva 112 milliónir krónur frá 2011 til 2013 til evropeiskir og altjóða film framleiðarar.

Ætlanin er, at stuðulsuppskotið skal økja um samstarvið millum film framleiðarar í Evropa og restina av heiminum. Tað skal sostatt økja um handilsmøguleikarnar, umframt gera filmarnar mentunarliga fjølbroyttari.

 

- Eg vænti at ES íbúgvar far at síggja úrsliti av okkara nýggja uppskotið í biografunum innan alt ov langa tíð, sigur Viviane Reeding.

 

ES-Parlamenti skal undir øllum umstøðum góðkenna uppskotið áðrenn tað kann setast í verk.