ES mælir til umval í Zimbabwe

ES-londini mæla myndugleikunum í Zimbabwe til at skipa fyri umvali sum skjótast ES vil ikki góðtaka, at Robert Mugabe heldur fram sum forseti í Zimbabwe, tí samveldið vil ikki góðtaka forsetavalið, sum var herfyri. Tað valið vann Robert Mugabe, men hann var eisini einasta valevni.

ES-londini siga í einari fráboðan í dag, at tað zimbabwiska fólkið eigur at fáa rætt til at velja sín leiðara undir demokratiskum viðurskiftum sum skjótast.

ES sigur, at eitt frælst og demokratiskt val er tað einasta, sum kann loysa ta politisku kreppuna í Zimbabwe.