ES lond samd um nýggj tiltøk ímóti Russlandi

BRÚSSEL: ES- sendifólk frá limalondunum eru vorðin samd um ein nýggjan pakka við revsitiltøkum ímóti Russlandi. Tað upplýsir kekkiski ES sendifólkið, Edita Hrda, sambært tíðindastovuni AFP í dag.

Russiskar oyðileggingar í Ukarina. Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix

Sambært AFP er tað ikki almannakunngjørt, hvørji tiltøk londini eru samd um.

Men tinginarnar hava verið, tí ES nevndin í síðstu viku kom við uppskotum til nýggj tiltøk.

Uppskotið hjá nevndini var um nýggj innflutnings- og útflutningsforboð, sum skulu raka russiska búskapin.

Talan er eisini um at seta tiltøk í verk ímóti ávísum russarum, sum millum annað hjálpa russiska herinum við vápnum ella við at sleppa undan tiltøkum.

Pakkin skal endaliga samtykkjast, áðrenn hann kann leggjast fram og koma í gildi í dag.

/ritzau/

 

 

Russiskar oyðileggingar í Ukarina. Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix