ES-lond bjóða May at útseta brexit til í heyst

Frankaríki stóð við sítt um eina stutta útseting av brexit, men tey 27 ES londini funnu semju um 31. oktober.

Bretland og ES eru nú ávegis at vinna enn meira til at finna eina avtalu, so partarnir sleppa undan einum kaotiskum brexit.

Á toppfundi í Brússel eru ríkis- og stjórnarleiðararnir úr teimum 27 ES londunum, sum verða eftir í ES, samd um eitt nýtt tilboð um at útseta brexit. Tað váttar ES-forsetin Donald Tusk á Twitter.

Tey 27 ES londini vilja útseta brexit til í seinasta lagi 31. oktober í ár.

Tusk skrivar, at tilboðið enn vantar góðkenning frá Theresu May, forsætisráðfrú.

– Tað er skil í tí at leingja brexit til 31 oktober, tí tað gevur Bretlandi tíð at finna ein annan veg, sigur Joseph Muscat, forsætisráðharri á Malta, eftir fundin.

Tað er við í avtaluni, at partarnir skulu hyggja upp á tilgongdina aftur á einum toppfundi í juni. Tað vátta diplomatiskar kledur á toppfundinum.

Tað er ein neyðsemja millum fleiri lond, sum ynsktu eina longri útseting á aðrari síðuni, og hinumegin Frankaríki, sum tosaði sera hart fyri bert at geva Bretlandi eina stutta útseging av skilnaðartilgongdini.

Ein diplomatur sigur um samráðingarnar, at franski forsetin Emmanuel Macron at enda varð púra einsamallur.

Avtalan hevur við sær, at Bretland skal halda val til ES-tingið síðst í mai.

31. oktober er ein skiftidagur í ES-nevndini. Við hesi loysnini sleppa tey undan at útnevna ein ES kommiser úr Bretlandi.

Theresa May var farin til Brússel við einum greiðum ynski um, at hini ES-londini skuldu geva henni eina longda freist til 30. juni.

Men hon lat skilja, tá hon kom, at hon ikki var avvísandi fyri at fáa eitt enn longri skeið.

– Okkum tørvar eyka t´ðið til at fáa avtaluna góðkenda í tinginum, so vit kunnu fara úr ES á ein skipaðan hátt, segði Theresa May.

Bretland skuldi eftir ætlan verið farið úr ES 29. mars í ár. Men tá Undirhúsið tríggjar ferðir vrakaði skilnaðaravtaluna frá november 2018, gjørdi ES-londini av á einum toppfundi í mars at útseta freistina til 12. apríl.

 

/ritzau/