ES-limaskapur. Stórir møguleikar - men tabu at tosa um...

Tað kostar okkum nógv,at Føroyar standa einsamallar uttanfyri ES. Men vit ikki so mikið sum tosa um tað. Tí var frískligt at hoyra ein týskara hugleiða um spurningin týsdagin 

 

Tórsvøllur, 11. juni 2003. Føroyar spæla móti Týsklandi. Okkara fullsetta stadion er um at bresta av spenningi, tí sensatiónin er fá sekund burtur. 89 minuttir eru farnir, og tað er 0-0.

 

Men so fellur, sum so ofta, sleggjan sum smildrar vónina:  Miroslav Klose skorar fyri Týskland...

 

Teir mongu føroysku áskoðararnir sótu sum slignir á nevið – men teir fáu týsku fegnaðustum at sleppa undan eyðmýkingini.

 

Teirra millum var tann 18 ára gamli Christian Rebhan.

 

Upplivingin kveikti hansara áhuga fyri Føroyum, og var ein orsøk til, at hann í fjør vardi eina doktararitgerð um ein lítið granskaðan spurning: Hvussu ber tað til at Føroyar– sum einasta land í Europa – framvegis standa heilt uttanfyri ES?

 

Til tess at kunna lýsa hetta, gjørdi hann ikki mætari enn at læra seg føroyskt, og granska øll viðkomandi skjøl um spurningin – frá 1960’unum til í dag.

 

Eg hitti hann í fjør – og beyð honum til Føroya, her hann týskvøldið í farnu viku helt fyrilestur um sína ritgerð.

 

Loysing-sambandskuggar fyri
”Tað er ein løgin støða at eg skal koma higar at tosa við tykkum um føroyskan politikk”, byrjaði Rebhan fyrilesturin.

 

Men gløgt er gestsins eygað – og tað var frískligt at hoyra ein fyrilestur um ES og Føroyar, sum bygdi á fakta, og var púra leysur av føroyskum partapolitikki.

 

Rebhan vísti á, at føroyska støðutakanin til ES í stóran mun hevur verið stýrd av einum heilt øðrum spurningi – nevniliga viðurskiftunum við Danmark.

 

Tjóðveldisflokkurin valdi t.d. í síni tíð ta kós, sum førdi Føroyar sum longst burtur frá Danmark. Tá Danmark segði nei til EF (sum seinni bleiv til ES) og ja til EFTA, segði Tjóðveldisflokkurin tað øvuta: ja til EF, og nei til EFTA. Tá Danmark broytti støðu og segði ja til EF og nei til EFTA, segði Tjóðveldisflokkurin nei til EF og ja til EFTA.

 

Aðrir flokkar høvdu hinvegin lyndi til at velja somu kós sum Danmark. Og í 1961 søgdu bæði Sambands- Javnaðar- Sjálvstýris- og Fólkaflokkurin ja til at fara inn í EF saman við Danmark. Men Danmark skuldi inn saman við Bretlandi, og tá Frakland legði veto móti bretskum limaskapi, rakti tað eisini Danmark. Tað var orsøkin til, at Føroyar ikki gjørdust partur av EF í 1961.

 

Men seinni fekk EF sín fiskivinnupolitikk, og hann var orsøkin til, at Føroyar ikki fóru við, tá Danmark gjørdist partur av EF í 1973.

 

Tá Føroyar í 1974 endaliga søgda nei takk, legði Atli Dam dent á, at Javnaðarflokkurin ikki var ímóti EF. Orsøkin til ikki at fara inn var”praktisk”, sum hann orðaði tað: Táverandi fiskivinnupolitikkur hjá EF hóskaði bara ikki til Føroyar. Og tá sambandið við Danmark kundi halda fram hóast londini valdu hvør sína leið í hesum stóra spurningi, var upplagt at halda seg uttanfyri.

 

Men valið hjá Atla bygdi altso ikki á ideologiska mótstøðu móti EF.

 

Tað er eingin ivi um, at avgerðin í 1974 var røtt. Men er tað framvegis best at standa uttanfyri?

 

Svarið er ið hvussu er ikki eitt líka greitt nei, sum tað var í 1974.

 

Eg skal ikki endurgeva hvat Christian Rebhan segði; men nýta høvið at taka fram okkurt av tí, sum hann var inni á. Tí hetta eru viðurskifti, sum hava stóran týdning, men kortini liggja sum undir eini dýnu av tøgn – næstan sum eitt tabu.

 

Broyttur fiskivinnupolikkur
Tað fyrsta er, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES er broyttur. Tá eitt land fer uppí ES, liggur rætturin at fiska í landsins havøki hjá teimum, sum hava fiskað har áður. Tí er lítil ivi um, at føroyingar framvegis høvdu havt eksklusivan rætt at fiska innan 200 fjórðingar.

 

At vit sum ES-limir skuldu slept kravinum um at fiskurin – ella partur av honum – skal landast í Føroyum, er heldur ikki sannlíkt. Bretskur fiskur skal landast í Bretlandi – júst fyri at t.d. sponsk reiðarí ikki skulu føra hann til Spania.

 

Við øðrum orðum: Høvuðsorsøkin til støðutakanina í 1974 er ikki longur galdandi.

 

Tá tað snýr seg um felags fiskastovnar – t.d. makrel og sild – høvdu vit ikki verið sjálvstøðugur samráðingarpartur, men fingið okkara part av ES-kvotuni. Men hann hevði neyvan verið minni enn hann er í dag. Og hóast hann hevði minkað, hevði marknaðaratgongdin helst gjørt, at virði kortini hækkaði. 

 

Vit høvdu heldur ikki longur gjørt egnar avtalur um fiskivinnu við til dømis Russland og Norra. Tað kundi verið ein vansi. Hinvegin høvdu vit fingið lut í teimum mongu fiskivinnuavtalum, sum ES hevur við onnur lond – og tær eru nógv fleiri enn okkara.

 

Vit høvdu verið noydd at fylgt biologiskum tilráðingum um veiðitrýst neyvari, enn vit gera í dag. Men spurningurin er, um tað ikki eisini hevði verið ein búskaparligur fyrimunur...

 

Vit høvdu kunnað selt allar okkara vørur tollfrítt til ES-marknaðin. Tað hevði gjørt, at ein partur av teirri virðisøking og teimum arbeiðsplássum, sum t.d. føroyskur makrelur nú skapar í ES, hevði kunnað ligið í Føroyum.

 

Føroyskar fyritøkur høvdu ómakaleyst kunnað víðkað sítt virksemi til ES, og tær kundu fingið alla ta arbeiðsmegi úr ES, sum teimum tørvar.

 

Sum er draga vit sera fáar útlendskar íløgur til Føroya (um hugt verður burtur frá teimum pengum, sum gjøgnum duldar kanalir koma inn í fiskivinnuna). Vóru vit í ES er lítil ivi um, at tað hevði verið nógv meiri lokkandi hjá fyritøkum í ES at gjørt íløgur í Føroyum.

 

Vit høvdu ikki kunnað forðað útlendingum í at gjørt íløgur í okkara høvuðsvinnu – men tað kunnu vit heldur ikki í dag. Og við eini almennari tilfeingisbúð hevði føroyski ognarrætturin jú altíð verið vardur kortini.

Vit høvdu fingið atgongd til fleiri stuðuls- og menningargrunnar, hvørs endamál er at styrkja smá mál, smáar mentanir og útjaðaran í Europa.

 

Hvussu nógv størv kostar tað?

Tað eru sjálvsagt fleiri ivamál og fleiri vansar við limaskapi. Og okkara handilsavtala er heldur ikki so galin í løtuni. Vit eru við í ES-granskingarsamstarvi. Og vit fáa ES pass um vit vilja (og tað vilja næstan øll).

 

Men eingin kann siga, at ES-limaskapur búskaparliga hevði verið ein vansi fyri Føroyar. Mest sannlíkt er, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur. Við øðrum orðum: At tað kostar – og kostar nógv – at standa uttanfyri.

 

Sambært Dansk Industri eru 500.000 størv í Danmark beinleiðis treytað av ES-limaskapinum. Okkara búskapur klárar langt ífrá at skapa størv til alla arbeiðsmegina. Hvussu nógv størv man tað kosta okkum atstanda uttanfyri ES? Og hví tosa vit ikki ein gang um møguleikan fyri at fara innum?

 

Orsøkin er uttan iva – enn sum áður – viðurskiftini við Danmark. Hetta skuggar fyri tí orðaskifti um praktiskar fyrimunir og vansar, sum vit áttu at havt.

 

Forðar loysingini
Vit vilja heldur standa uttanfyri, enn at fara inn gjøgnum limaskap Danmarkar. Heldur velja Danmark frá, enn at velja nýggjar møguleikar. Vit velja heldur einki at gera, enn at gera sum 28 onnur lond – um altso Danmark er eitt av teimum 28 londunum...

 

So ella so tykist tað sum um, at vit bíða eftir loysingini. Tað hava vit gjørt í eina løtu. Og tað fara vit helst at gera í eina løtu afturat.

 

Og tað heilt absurda er, at verandi støða í veruleikanum helst eisini forðar fyri, at loysingin kann fremjast. Føroyar kunnu nevniliga illa loysa frá ríkisfelagsskapinum, uttan fyrst at vera partur av onkrum øðrum, størri høpi – og hvat skal tað vera annað enn ES?

 

Men um onkur somikið sum nevnir møguleikan at fara inn í ES í verandi ríkisrættarligu støðu, kemur svarið straks: Vit skulu ALDRIN inn sum partur av Danmark!

 

Men tað veruliga vera so høpisleyst, at vit eru uttanfyri ES, tí vit eru partur av ríkisfelagsskapinum - og at vit

verða verandi partur av ríkisfelagsskapinum, tí vit eru uttanfyri ES?

 

Kanska skuldu vitgjørt sum Atli Dam í 1974: Lagt ideologiina til viks og tikið støðu eftir, hvat reint praktiskt og búskaparliga var best fyri Føroyar og føroyingar.

 

Tað er ið hvussu er áhugavert at lesa eina viðgerð av hesum spurningi, sum hvørki er litað av ideologi ella partapolitikki. Ein slík er Phd-ritgerðin hjá Christian Rebhan. Hon kemur út um stutta tíð, og verður eisini at fáa í Føroyum.