ES-limaskapur nærkast

Tað tykist, sum um Fólka­flokk­ur­in um­síð­ir er hokn­að­ur í knø­u­num, og nú er við at leggja um sína stra­te­gi í utt­an­rík­is­mál­um.

Flokk­urin vil nú nærk­ast ES, og tað merk­ir mest sann­líkt, at flokk­ur um stutta tíð verð­ur tals­mað­ur fyri ES-lim­a­skapi.
Higartil er tað bara Sam­bands­flokk­ur­in, sum hev­ur tón­að reint flagg fyri lima­skapi. Tjóð­veldi er í síni nátt­úru í­móti, með­an Javn­að­ar­flokk­ur­in í­ síni nátt­úru átti at ver­ið fyri slík­um mill­um­tjóð­a­sam­starvi, tí ein sos­i­al­dem­o­krat­isk­ur flokk­ur er ikki na­ti­on­al­ur, men int­er­nat­i­on­al­ur í síni grundhugsan. Tað er tí, at javnaðarfólkum dám­ar so væl at sygja »Int­er­na­ti­on­ala!«, sum stríðssangur floks­ins eitur.­
Ísland hevur skift støðu. Nor­eg roynir alsamt at skifta støðu. Eftir eru Føroyar, ið dáma best at koma darlandi aft­an­á.
Okkurt bendir soleiðis á, at kjak­ið næstu árini kanska held­ur fer at snúgva seg um sam­band við Evropa enn loys­ing frá Danmark...