Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, var mikudagin 27. oktober gestur á fundi í fiskivinnunevndini í ES Tinginum og helt framløgu um støðu Føroya í makrelmálinum. Støðið í kjakinum um makrelmálinum higartil í ES høpi hevur verið serliga nógv merkt av øsing um, at Føroyar hava ásett sær egna kvotu fyri 2010. Á undanfarna fundinum í fiskivinnunevndini í ES Tinginum seinast í september fingu umboð fyri vinnuna úr Skotlandi og Hollandi, umframt umboð úr ES Nevndini einsamøll høvið at greiða frá síni støðu í makrelsamráðingunum og ónøgd sína við fiskiveiði hjá Føroyum og Íslandi í ár.
- Eg valdi tí at taka av innbjóðingini til fundin í fiskivinnunevndini til tess at minna ES tinglimir á, at vit hava eina felags og javnbjóðis ábyrgd at finna eina langtíðar og burðardygga loysn fyri umsiting av makrelstovninum. Øll fýra strandarlondini sum sita við samráðingarborðið - bæði Føroyar, ES, Noreg og Ísland - hava hvør sær sett sær egna kvotu fyri 2010, sum tilsamans er nógv meira, enn hvat ið ICES hevur mælt til, er burðardygt. Tí vísti eg á, at hini londini hava eins stóra ábyrgd sum Føroyar at finna eina skilagóða loysn, sigur uttanríkisráðharri Jørgen Niclasen.
Luttøkan á fundinum í fiskivinnunevndini í ES Tinginum kom í lag eftir, at varaformaðurin í fiskivinnunevndini, Struan Stevenson, ES tinglimur úr Skotlandi, var á vitjan í Føroyum í september í sambandi við norðurlendsku ráðstevnuna um pelagiska fiskivinnu, sum Fiskimálaráðið skipaði fyri.









