ES keypir 100 milliónir Pfizer-koppingarevni

Við nýggja keypinum fáa ES londini tilsamans 300 milliónir skamtar av góðkenda koppingarevninum.

ES keypir 100 milliónir skamtir av góðkenda koronukoppingarevninum frá Pfizer og BioNTech. Tað skrivar Ursula von der Leyen, ES nevndarforkvinna, á Twitter.

– Vit fara tí at hava 300 milliónir skamtir av hesum koppingarevni, sum er mett til at vera trykt og effektivt, skrivar hon.

– Fleiri koppingarevni koma afturat!

Nógv tey flestu ES londini fóru undir koppseting sunnudagin av fólkum í vandabólkum, so sum eldri og heilsustarvsfólk.

Koppingarevnið frá Pfizer og BioNTech varð góðkent av ES nevndini stutt fyri jól.

Innan ta tíð hevði evropiska heilivágsumboðið (EMA) góðtikið, at tað var trygt og effektivt.

Teir fyribils 200 skamtirnir, sum ES frammanundan hevur bílagft, koma allir til tey 27 ES londini innan september 2021. Tað boðaði ein talsmaður fyri ES nevndina frá í eini fráboðan í gjár.

Tað eru umleið 445 milliónir fólk í ES. Skulu øll koppsetast, krevjast umleið 900 milliónir skamtir, tá vit skulu koppsetast tvær ferðir hvør.

Koppingarevnið frá Pfizer og BioNTech skal latast í tveimum umførum við tveimum vikum ímillum.

Danmark bað um at fáa koppingarevni frá Pfizer og BioNTech, so 1,5 milliónir fólk í Danmark, Føroyum og Grønlandi kunnu koppsetast.

Seinni hevur Danmark bílagt 2,6 milliónir skamtir afturat.

Og nú kann Danmark fáa enn fleiri skamtir, eftir at ES hevur nýtt møguleikan fyri at bíleggja enn meira koppingarevni.

Danmark tekur loypandi ímóti koppingarskamtunum. leygardagin komu fyrstu skamtirnir, sum vóru 9750 í tali.

Fyrrapartin mánadagin komu onnur sendingin upp á 38.025 skamtir. Komandi vikurnar koma 40.000 skamtir afturat.

Og í kvøld kemur ein kassi við 975 skamtum til Føroyar, sum røkkur til at koppseta 487 fólk, tí øll skulu koppastast tvær ferðir.

Roknað verður við, at tað skjótt fara at fáast koppingarevni frá øðrum framleiðarum, sum verða góðkend og tí kunnu koma á marknaðin.

Í januar skal EMA eftir ætlan taka støðu til koronukoppingarevni frá amerikanska Moderna.

Tað koppingarevnið er longu góðkent í USA.

/ritzau/