Dagurin í dag kann gerast lagnudagur hjá ES.
Fyri aðru ferð skulu írar í dag taka støðu til Nice-sáttmálan. Fyrru ferð var í fjør, og tá atkvøddu 54 prosent ímóti at góðkenna sáttmálan.
Nice-sáttmálin er avgerandi fyri, at ES kann taka tey eysturevropeisku londini uppí, og formaðurin í ES, Anders Fogh Rasmussen, dylir ikki fyri, at tað fer at elva til kreppu í samveldinum, siga írar aftur nei í dag.
-Nice-sáttmálin er sjálvt grundarlagið undir víðkanini. Verður sáttmálin ikki staðfestur, kunnu vit ikki fylgja teimum ætlanum, sum vit hava lagt, segði danski forsætisráðharrin í gjár.
Hann endurtók, at ES hevur onga ætlan, sum kann setast ístaðin fyri Nice-sáttmálan. Tí er støðutakanin hjá írum avgerandi.
(Meiri um írsku fólkaatkvøðuna á síðu ).