ES-kelda: Føroyar kunnu senda part av makrelkvotuni til ES

Heimasíðan Undercurrent News skrivar í dag, at makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi og ES-sjógvi, kann útflytast til ES-marknaðin.

Tað merkir, at føroyingar kunnu útflyta 99.993 tons av makreli til ES, skrivar heimasíðan. Hin partin av føroysku heildarkvotuni kunnu føroyingar ikki senda til ES.

 

Ein ónevnd ES-kelda vísir í samrøðu við Undercurrent News á, at ES-bannið bleiv sett í gildi í august í fjør orsakað av, at tað ikki bar til at fáa semju um sildina.

 

-Men bannið umfatar eisini makrel, sum verður veiddur í føroyskum sjógvi, tí har er nógv sild uppi í fiskiskapinum. Hinvegin umfatar bannið ikki makrel, sum føroyingar fiska í ES-sjógvi, tí har er eingin sild uppií, sigur talsmaðurin við Undercurrent News.

 

Hann vil ikki siga, um bannið ímóti Føroyum verður sett úr gildi í hesum árinum.

 

-Bannið verður verandi í gildi. Eins og vit altíð hava sagt, eru vit til reiðar at tosa við føroyingar um eina loysn, soleiðis at sildaveiðan verður burðardygg. Vit eru eisini til reiðar at lurta eftir broytingum fyri fiskiskapin í ár, sigur tann ónevndi ES-talsmaðurin. 

 

Herluf Sigvaldsson, sum er samráðingarleiðari hjá Føroyum í makrelmálinum, sigur við in.fo, at hann hevur tætt samskifti við ES. Aðrar viðmerking hevur hann ikki í løtuni.