Vandi er fyri, at Evropasamveldið kann fara í tvíningar, og at tey 17 londini, sum hava evruna sum felags gjaldoyra, fara at ganga egna leið og at taka egin stig til at basa skuldarkreppuni. Tað siga eygleiðarar í Bruxelles í morgun.
Hóast leiðararnir í teimum 27 ES-londunum tóku sær ein part av náttini til at finna eina felags semju, eydnaðist tað ikki, tí Bretland segði nei. Avleiðingin var, at tey 17 evrulondini samdust um at gera egnan sáttmála um tiltøk fyri at bjarga felags gjaldoyranum.
Toppfundurin í Bruxelles heldur fram fyrrapartin, og fjølmiðlar í ES-londunum siga í morgun, at hetta er seinasti møguleiki at forða fyri, at Evropasamveldið fer í tvíningar.