ES játtar milliardir til Ukraina

ES-tingið sigur ja til stuðulin frá ES upp á 35 milliardir evrur til Ukraina. Tað er umleið 260 milliardir danskar krónur.

Forkvinnan í ES-tinginum, Roberta Metsola, hevur fleiri ferðir hitt forsetan í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj. Í dag segði hon, at hon var fegin um, at ES-tingið við breiðum meiriluta samtykti eitt milliardastuðul til Ukraina.  - Mynd: Daina Le Lardic/ES 2023/Reuters

Forkvinnan í ES-tinginum, Roberta Metsola, kallar atkvøðugreiðsluna søguliga, tí Russland óbeinleiðis hjálpir til at rinda peningin.

- Við hesi atkvøðugreiðsluni senda vit ein sterkan boðskap um, at vit brúka yvirskotið úr frystu russisku peningunum til at hjálpa Ukraina.

- Vit senda eitt signal um, at Russland, sum ágangsland, skal gjalda fyri oyðileggingina, sum tað hevur elvt til, segði hon.

Peningurin skal vera við í ætlanini hjá G7-londunum um at veita Ukraina fíggjarliga hjálp upp til 50 milliardir dollarar.

Peningurin skal vera útgoldin áðrenn 2026.

/Ritzau/