ES játtar stuðul til gransking hjá Jón Kristjánssyni at hjálpa írskari fiskivinnu

Alternativ gransking við føroyskum íblástri skal hjálpa kreppuraktari fiskivinnu í Norður Írlandi, í einari ES-stuðlaðari verkætlan sum setir fiskimenn í miðdepilin.

Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com

Fiskifrøðingurin Jón Kristjánsson er biðin um at hjálpa fiskivinnuni í Norður Írlandi í tí sum helst er fyrsta ES-stuðlaða alternativa granskingar ætlan á fiskivinnu økinum. Sum skilst hevur ein illa fyrikomin norður írsk fiskivinna tikið stig til at granska selektivitetin í rækjutrolum umframt alternativ til siðbundna fiskifrøði, ein fiskifrøði sum ein fánað vinna og fleiri vónbrotin fiskivinnu samfeløg hava mist álitið á í takt við at veiðirættindi altsamt meira eru skorin niður við grundgeving í vernd av fiskastovnum.

Sambært Fishing News hava limir í ANIFPO (Anglo North Irish Fish Producers Organisation) nýliga fingið stuðul játtaðan úr Europeiska Samveldinum, DARD (norður írska Fiskimálaráðnum), Seafish (bretska Sea Fish Industry Authority) og vísindafólkum, fyri at seta í verk hvat ið eftir øllum at døma er fyrsta verkætlan av sínum slag í Europa at verða sett í gongd av einum fiskimanna felagsskapi.

Annar parturin av granskingar ætlanini snýr seg um at kanna selektivitetin í rækjutrolum uttan at taka yvirpartin omanav, sum tað seinasta Seafish designið annars inniber; hin parturin sýr seg um at hyggja at øðrvísi mátum at meta um stórar fiskastovnar og at stýra fiskivinnu, við fiskimonnum »centralt involveraðum,« sum tikið verður til.

Síðstnevndi partur í verkætlanini hevur við sær at ein rannsóknarstova verður sett upp í Kilkeel í samstarvi við vísindafólk hjá DARD; ein stór ráðstevna um tiltakið skal eftir ætlan haldast á vári 2006, og tann óhefti íslendski fiskifrøðingurin Jón Kristjánsson er ein teimum leiðandi ráðgevunum í verkætlanini, saman við einum ICES fiskifrøðingi.

Jón Kristjánsson meinar at tær siðbundnu stovnsmetingarnar hjá ICES vísindafólkum innihalda stórar skeivleikar og at fiskastovnar í veruleikanum mennast av fiskiveiði av tí at hendan skapar eina betri javnvág millum fiskin og ta føðslu ið er tøk og skjótari fiskavøkstur.


Tørvar tætt samstarv

Herfyri tók Jón Kristjánsson, saman við millum annað Jørgen Niclasen, fyrrverandi fiskimálaráðharra, og Sigurjón Þórðarson, limi í Altinginum, lut á einum verkskeiði í Norður Írlandi har evnið var alternativ fiskifrøði. Sum skilst gjørdust norður írar og bretar sera hugtiknir av fiskivinnuni í Føroyum, ið fleiri ferðir júst hevur fingið ráðgeving frá Jón Kristjánssyni. Tað sum eftir øllum at døma imponerar er at føroyingar hava staðið ímóti trýstinum um at skera niður í veiðini, samstundis sum alt bendir á at føroyskir fiskastovnar sum heild eru væl fyri.

»Írarnir hava innsæð at tann ráðgeving teir hava fingið frá ICES kemur neyvan at hjálpa teimum,« segði Jón Kristjánsson við Sosialin. »Sjálvt nú ið so lítið er eftir av tí fyrr so stoltu fiskivinnuni í Norður Írlandi, vil tann traditionella fiskifrøðin halda fram við at skera enn meira niður í veiðini, hóast mangt bendir á at ríkiligt er til av fiski í Írska Havinum.«

Hin leiðandi vísindamaðurin í verkætlanini er Norman Graham, formaður í ICES arbeiðsbólkinum fyri veiðitøkni og fiskaatferð. Norman Graham er skoti og hevur arbeitt nógv saman við fiskimonnum, fyrr við Marine Institute í Aberdeen og seinni við Havforskningsinstituttet í Bergen, har hann framvegis arbeiðir.

Norman Graham vil vera við at hetta slagið av alternativum verkætlanum er nakað ES Kommissiónin vil birta uppundir og sigur sambært ANIFPO at ES ætlar at lurta eftir teimum ráðum ið fara at spyrjast burtur úr granskingini í Kilkeel.

»Hetta er fyrstu ferð í Europa at ein fiskivinnu felagsskapur hevur tikið stig til og drivið eitt slíkt mál frá grasrótunum og allan vegin fram upp á hendan mátan,« segði Alan McCulla, ANIFPO formaður. »Okkara limir eru desperatir eftir at síggja eitt øðrvísi ástøði fyri fiskivinnu stýring, eitt sum letur teir vera centralt involveraðar. Okkum tørvar at samstarva tættari við vísindafólk og enn meira týðandi, teimum tørvar okkum, so tey kunnu fáa eitt betri innlit í hvat sum veruliga hendir á sjónum, nakað sum vónandi fer at føra til betri kvotur og meira lønandi vinnu.«