ES kann nú seta tiltøk í verk ímóti londum, sum eftir tess tykki reka fiskiveiðu á einum grundarlag, sum ikki er burðardygt. Talan er um tað nógv umrødda »sanktiónsinstrumentið«, sum ES vil hava til tess at kunna seta tiltøk í verk ímóti eitt nú Føroyum og Íslandi.
Avgerðin er samtykt í ES Ráðharraránum í dag.
Teksturin er viðtikin í Europatinginum fyrr í manaðinum, og hetta amboðið kann nýtast, tá lógin er undirskrivað og almannakunngjørd.
Sambært samtyktini kunnu ymisk handilslig tiltøk setast í verk, so sum at banna innflutningi av ávísum fiskavørum, at steingja ES havnir fyri eitt nú føroyskum skipum og skipum, sum flyta føroyskan fisk.
Sambært ES er hetta gjørt fyri at ES skal kunna fáa bilbukt við støðum »sum henni, ið beint nú hóttir stovnin av útnyrðingsatlantiskum makreli«, sum ES skrivar í tíðindaskrivinum, sum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER.