- Russiska álopið móti sivilum málum í Ukraina í morgun er krígsbrotsverk.
Tað sigur ES í einum úttalilsi seinnapartin í dag, og tað er tíðindastovan AFP, sum endurgevur.
Sambært ukrainskum myndugleikum skutu russar í minsta lagi 75 rakettir inn í Ukraina í morgun.
Fleiri av hesum rakettum raktu høvuðsstaðin, Kyiv, umframt at fleiri aðrir býir vórðu raktir.
Uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, fordømir álopini móti høvðsstaðnum og øðrum býum í Ukraina.
- Slíkar atgerðir hoyra ikki heima í okkara øld. Eg fordømi álopini upp á tað harðasta, sigur Josep Borrell.











