Avgerðin hjá kubansku myndugleikunum at døma fleiri politisk andstøðufólk drúgvar fongsulsrevsingar hevur ávirkað viðurskiftini millum ES og Kuba.
Ein talsmaður hjá ES-nevndini sigur, at framfwerðin hjá kubansku myndugleikunum gagnar ikki viðurskiftunum millum Kuva og Evropeiska Samveldið. Hann legði tó afturat, at tey einstøku limalondini skulu sjálvi taka støðu til, hvussu ES skal svara aftur.
Uttanríkisráðharrarnir hjá ES fordømdu á fundi í síðstu viku dómarnar á Kuba. Sagt varð, at kubansku myndugleikarnir høvdu gjørt sær dælt av, at heimsins eygu hava verið vend ímóti Irak, og at myndugleikarnir høvdu nýtt hetta høvið til at revsa sínar mótstøðumenn.