ES-nevndin harmast, at íslendska stjórnin hevur givið hvalabátunum loyvi til at skjóta stórhval í ár Tað sæst í einum svari frá Stavros Dimas, kommiseri í umhvørvismálum, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá ES-tingmanninum Robert Kilroy um íslendsku stórhvalaveiðina.
Í svarinum skrivar kommiserurin, at ES-nevndin í framtíðini fer ES at virka fyri at tryggja, at Altjóða Hvalaveiðinevndin skal umsita allan hval og alla hvalaveiði. Hann skrivar eisini, at ES fer at tosa við íslendingar um stórhvalaveiðina, og hann sigur seg vóna, at ES og onnur lond kunnu fáa eina semju við íslendingar.
-Vit fara at nýta hvørt høvi til at greiða íslendingum frá okkara sjónarmiðum. Limalondini fara eisini at umrøða málið, og kanska fara tey at koma við einari felags yvirlýsing um íslendsku stórhvalaveiðina, skrivar Stavros Dimas í svarinum.