Í síðstu viku segði formaðurin í norska Høgraflokkinum, Erna Solberg, at tað kann koma upp á tal hjá Noregi at søkja um limaskap í ES í 2007.
Tey orðini fullu ikki í góða jørð í Kristiliga Fólkaflokkinum, sum í løtuni situr í stjórn saman við Høgra, og sum er ímóti norskum ES-limaskapi. Formaðurin í tingbólkinum hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, Einar Steensnæs, sigur við Aftenposten, at stendur Erna Solberg við tað, sum hon hevur sagt, so er einki grundarlag fyri, at verandi stjórnarsamgonga kann halda fram aftan á næsta stórtingsval, sum verður í heyst.
Einar Steensnæs sigur, at sjálvandi stendur tað øllum flokkum frítt at tosa um ES-limaskap, men tá ein av flokkunum kunnger, nær Noreg skal søkja um limaskap, er støðan ein onnur.
-Kristiligi Fólkaflokkurin fer ikki at skipa eina stjórn í heyst, um grundarlagið verður tikið undan henni um tvey ár, sigur Einar Steenanæs við Aftenposten.










