ES-grundlógin kollsigldi

ES var um vikuskiftið fyri einum sera álvarssomum bakkasti, tá tað miseydnaðist leiðarunum at semjast um ta nýggju grundlógina. Slitið verður mett sum eitt tað størsta afturstigið síðani byrjanina í 1957

Beint eftir døgurða leygardagin noyddist italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, at ásanna, at tað bar ikki til at koma nakran veg við samráðingunum um tað nýggju grundlógina fyri samveldið. Ósemjan um, hvussu atkvøðubýtið skal verða, tá tey nýggju limalondini koma uppí næsta ár, var ov stór.

Kortini royndu leiðararnir at doyva ósemjuna. Teir vístu á, at gongdin við teimum nýggju limalondunum heldur fram, men tá teir vórðu spurdir, hvussu verður við grundlógini, og nær teir fara at viðgera hana aftur, dugdi eingin teirra at svara.

Undan fundinum um vikuskiftið var greitt, at Spania og Póland fóru at seta seg upp ímóti einum uppskoti um at broyta atkvøðubýtið í 2009. Nice-sáttmálin gevur teimum báðum londunum lutfalsliga stóra ávirkan, og henni vilja tey ikki sleppa nú.

Tann fyrsti, sum stakk í sekin, var franski forsetin, Jacques Chirac. So slepti samráðingarleiðarin Silvio Berlusconi endanum, eftir at hann leingi hevði roynt at fáa Spania og Póland at broyta støðu. Men polski forsætisráðharrin, Leszek Miller, var hvørki til at høgga ella stinga í. Ein roynd hjá týska kanslaranum, Gerhardi Schrøder, at sissa Miller, gjørdi ikki mun, og tað hjálpti heldur ikki, tá danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, royndi seg sum semingsmann.


A-limir

Samráðingarslitið leygardagin hevur elvt til gitingar um, at nøkur av limalondunum fara at taka seg saman um eina felags kós. Hugsað verður serliga um londini, sum í 1957 skrivaðu undir tann upprunaliga Rom-sáttmálan, Frakland, Italia, Týskland, Belgia, Niðurlond og Luksenburg.

Í Bruxelles verða gitingarnar avsannaðar, men eygleiðarar siga við Aftenposten, at talan kann vær gerast um eina skipan við nøkrum A-limum sum einum kjarna í samveldinum. Hini londini verða so B-limir og koma at standa uttan fyri ein part av samstarvinum.


Andstøðan fegin

Tey, sum eru ímóti grundlógini og einari størri miðsavnan í ES, eru fegin um samráðingarslitið um vikuskiftið.

-Okkara leiðarar eiga nú at skilja, at dreymurin um eitt sameint Evropa er fokin, skrivaði bretska blaðið News of the World sunnudagin. Hetta er eitt av bløðunum hjá avstralska ríkmanninum Rupert Murdoch, sum í fleiri ár hevur stríðst ímóti størri miðsavnan í ES.

Orðalagið var nakað tað sama í blaðnum Sunday Express, sum helt, at leiðararnir eiga nú at gevast við royndunum at skipa Evropa sum eitt stórveldi.