Margrethe Vestager, ES kommiserur í kappingarmálum, á tíðindafundi um málið í morgun John Thys/AFP/Ritzau Scanpix

ES: Google hevur misnýtt støðu sína við lýsingum

ES nevndin heldur, at Googel favoriserar sína egnu lýsingaskipan. Kravið er bót upp á milliardir

Margrethe Vestager, ES kommiserur í kappingarmálum, á tíðindafundi um málið í morgun John Thys/AFP/Ritzau Scanpix

ES nevndin sigur í dag sambært AFP, at Google hevur misnýtt dominerandi støðu sína á online-lýsingarmarknaðinum og skjýtur upp, at lýsingarvirksemi verður selt frá.

Um krav um bót til Google, sum Alphabet eigur, kemur upp á tal, verður talan um milliardir av dollarum í bót.

ES kann sambært reglunum geva bøtur upp á 10 prosent av ársumsetninginum hjá einum felag. Sølan hjá Google av lýsingum er 80 prosent av umsetninginum hjá Alphabet og er upp á 225 milliardir dollarar í 2022.

ES nevndin hevur sett upp klagupunkt, tvey ár eftir at innleiðandi kanningarnar í málinum.

– Nevndin hevur mótmælt, at Google favoriserar sínar egnu lýsingarskipanir, AdX, við lýsingaruppboðssølu, sigur ES nevndin.

Nevndin leggur afrturat, at Google síðani 2014 hevur misnýtt serligu støðu sína.

/ritzau/Reuters

 

 

Margrethe Vestager, ES kommiserur í kappingarmálum, á tíðindafundi um málið í morgun John Thys/AFP/Ritzau Scanpix