ES góðkent søluna av Skype

Nú hevur ES-kommisiónin staðfest, at Microsoft kann keypa Skype. Tað skriva danskir miðlar í dag.

 

Microsoft skal rinda 8.5 milliardir dollarar, ella 44.4 milliardir krónur, fyri at yvirtaka Skype.

 

Fyritøkan varð stovnað í 2003 av danska Janus Friis, saman við svenskaranum Niklas Zenneström.

 

Síðani hava teir selt Skype, men áttu 14 prosent av fyritøkuni, tá ið hon varð seld til Microsoft í mai í ár.

Tað svarar til 6.2 milliardir krónur.

 

Tað er størsta keypið hjá Microsoft nakrantíð. Eftir at handilin varð gjørdur í mai í ár, skuldi hann fyrst góðkennast av amerikanska kappingarstýrinum og av ES-kommisiónini.

 

Tann amerikanska góðkenningin kom í juni, og júst nú hevur ES-kommisióni góðkent handilin.

 

Tað er ætlanin, at Microsoft skal rinda kostnaðin beinan vegin.

 

Fyribils er ætlanin, at Skype skal halda fram sum vanligt, og leiðarin av Skype, Tony Bates heldur fram sum leiðari av Microsoft Skype Division.

 

Kelda. Eb.dk